05. juni 2026
Norðurlendsk fakfeløg fyri undirvísarar og granskarar hittast í Havn.
Tíðindaskriv
Norðurlendsk fakfeløg fyri undirvísarar og granskarar hittast í Havn
Í døgunum 2.–4. juni 2026 vóru Akademikarafelag Føroya (AKF) og Magistarafelag Føroya vertir fyri árligu Nordic Meeting, har umboð fyri norðurlendsk fakfeløg fyri granskarar og undirvísarar á Fróðskaparsetrum hittust í Havn fyri at skifta orð um avbjóðingar og møguleikar á hægri útbúgvingar- og granskingarøkunum.
Fundurin savnar luttakarar úr Føroyum og hinum Norðurlondunum til tríggjar dagar við framløgum, kjaki og vitanardeiling um viðurskifti, sum hava týdning fyri undirvísarar og granskarar í øllum Norðurlondum.
Á skránni eru evni sum javnvág millum arbeiði og frítíð hjá undirvísarum og granskarum, akademiskt frælsi og lønarskipanir og lønarsamráðingar.
Fyrrapartin mikudagin varð sjóneykan sett á javnvág millum arbeiði og frítíð hjá akademikarum. Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, legði fram um støðuna í Føroyum við serligum atliti at kommunalum fyrisitingum, landsfyrisitingini og undirvísingar- og granskingarumhvørvinum. Eisini greiddu umboð úr hvørjum landi frá teimum størstu avbjóðingunum á økinum og teimum átøkum, sum verða gjørd fyri at bøta um støðuna.
Seinnapartin varð akademiskt frælsi høvuðsevnið. Martin Zachariassen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevði framløgu um møguleikar og avbjóðingar við akademiskum frælsi í smáum tjóðum. Harumframt legði Jon Iddeng úr norska Forskerforbundet fram um ráðstevnu um akademiskt frælsi, sum verður í Oslo í mars komandi ár.
Hósdagin varð dentur lagdur á lønarskipanir og lønarsamráðingar. Arni Petersen, formaður í Akademikarafelag Føroya, greiddi frá sáttmálasamráðingunum í Føroyum og nýggja lønarkarminum, meðan umboð úr hinum londunum deildu royndir og sjónarmið um núverandi og komandi avbjóðingar á økinum.
Umframt fakligu skránna fingu gestirnir eisini høvi at uppliva føroyska samfelagið og mentanina. Á skránni vóru vitjanir í Norðurlandahúsinum og Kringvarpi Føroya, gongutúrur í Tinganesi við leiðsøgufólki og føroyskur dansur.
Nordic Meeting er ein týðandi pallur fyri samstarv millum norðurlendsk akademikarafeløg og gevur høvi at styrkja fakligt netverk og deila vitan um møguleikar og avbjóðingar, sum undirvísarar og granskarar standa yvir fyri í dag.