08.01.2025

Aðalfundur 2025

Aðalfundurin 2025 verður leygardagin 22. februar í Silo.
02.12.2024

Magistarafelagið hevur sett skrivara/samskipara

Í desember tekur Erla Bech Nolsø við starvinum sum skrivari/samskipari hjá Magistarafelagi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv.
11.10.2024

Skrivari/samskipari til Magistarafelag Føroya

Vegna vaksandi virksemi søkir Magistarafelag Føroya eftir skrivara/samskipara.
19.05.2024

Soleiðis gert tú ein Magistara

Áðrenn aðalfundin 2024 bóðu vit Faer Isles Distillery gera okkum ein signatur drykk, sum teir hildu hóskaði væl til okkara limir.
24.04.2024

Aðalfundur í AKF

Aðalfundur verður í AKF fríggjadagin 3. mai 2024 klokkan 17.00 í hølunum í Tvørgøtu 3.
20.03.2024

Álitisfólkaval

Nú er stundin aftur komin til álitisfólkaval.
30.01.2024

Aðalfundurin 2024

Aðalfundurin verður leygardagin 24. februar kl. 16 í Hilton Garden Inn. Eftir fundin verður bjóðað til borðhald og undirhald við m.a. tónleika framførslum og eins og seinasta ár vera onnur feløg í AKF við til veitsluna.
15.01.2024

Aðalfundur 2024

Aðalfundur 2024 verður leygardagin 24. februar.
21.10.2023

Limatiltak á Listasavninum 3. november

Fríggjadagin 3. november skipar Magistarafelagið fyri limatiltaki á Listasavni Føroya.
05.04.2023

Aðalfundur 2023

Aðalfundurin verður leygardagin 29. apríl, kl. 15 í Hilton garden Inn. Eftir fundin bjóðar felagið til borðhald og undirhald.
27.02.2023

Tilboð til limir um Tanntrygd

Limir í Magistarafelagnum kunnu nú tekna seg til Tanntrygd hjá Trygd. Tanntrygd er ein trygging, sum tryggjar tínar tenn, og tú kanst fáa upp til 80% av útreiðslum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldnar.
27.02.2023

Alment tiltak um stytta arbeiðsviku

Hvørjir eru fyrimunirnir við einari styttari arbeiðsviku? Og eru nakrar avleiðingar? Og hvat halda politiska skipanin, vinna og fakfeløg um henda spurning? Mikukvøldið 22. mars kl. 19.00 skipar Magistarafelagið fyri almennum tiltaki í Reinsarínum um stytta arbeiðsviku.
14.07.2022

Tíðindi sáttmálasamráðingar

Ynskir til sáttmálasamráðingar Verandi sáttmáli millum Akademikarafelag Føroyar og Fíggjarmálaráðið gongur út 1. oktober, og tí verður væntandi farið undir samráðingar við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála til heystar. Nevndin í Akademikarafelagnum heitir tí á limafeløgini um at koma við ynskum til sáttmálakrøv. Í hesum sambandið vil nevndin í Magistarafelagnum tí fegin frætta frá limum, ið hava ynski, uppskot ella viðmerkingar til ein nýggjan sáttmálan. Akademikarafelagið hevur somuleiðis boðað frá, at felagið í heyst ætlar at taka upp samskifti við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at fáa meira skipaði viðurskifti fyri limir, ið starvast á privata arbeiðamarknaðinum. Royndirnar vísa, at limir á privata arbeiðsmarknaðinum, og eisini privatir arbeiðsgevarar, í alsamt størri mun venda sær til Akademikarafelag. Hetta ber boð um, at tørvur er á at fáa meira skipaði viðurskifti fyri privatsett. Tí vil Akademikarafelagið fegið frætta frá limum sum starvast á tí privata arbeiðsmarknaðinum um hvørji starvsviðurskifti er tørvur á at fáa skipað betri. Um talan verður um ein sáttmálaavtalu ella ein standard setanarsáttmála veldst um hvat kemur burturúr samskiftinum við Arbeiðsgevarafelagið. Limir verða bidnir at koma um ynskjum, uppskotum og viðmerkingum í seinasta lagi 24. august. Vinarliga Nevndin
14.07.2022

Tíðindi

05.03.2022

Aðalfundur 2022

Aðalfundurin verður leygardagin 26. mars, kl. 15 í Hilton Garden Inn. Eftir fundin bjóðar felagið til borðhald og undirhald í Hallartúni.
09.05.2021

Magistarafelagið heiðrar Malan, Arna, Eyvind og Hera

Orðini eftir, vársólarskák um túnið, tilvitsins veingir (Carl Johan Jensen)
01.05.2021

Aðalfundur

Aðalfundurin verður leygardagin 8. mai, kl. 15.00 í Kongshøll í Havn. Eftir fundin bjóðar felagið til borðhald í SILO.
21.04.2016

Gongutúrur til Kirkjubøar

Leygardagin 7. mai verður skipað fyri forvitnisligum gongutúri úr Tórshavn til Kirkjubøar við Símun V. Arge sum ferðaleiðara. Í Kirkjubø verður hugt nærri at søguligu bygningunum og tí áhugaverda arbeiðinum, ið fyrigongur har. Túrurin endar við einum góðum bita frá bóndanum í roykstovuni.
10.03.2016

Aðalfundurin 2016

Magistarafelag Føroya hevur ársaðalfund leygardagin 2. apríl kl. 16.
24.04.2014

AKF-aðalfundur og eykaaðalfundur hjá Magistarafelagnum

24.04.2014

Nevndin í MAG hevur skipað seg

20.03.2014

Aðalfundurin 2014

27.04.2012

AKF aðalfundur og eykaaðalfundur í Magistarafelagnum

Aðalfundurin hjá Akademikarafelag Føroya verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygardagin 28.apríl klokkan 15.00. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Sí heimasíðuna www.akf.fo Klokkan 14.00 hevur Magistarafelag Føroya eykaaðalfund á sama stað. Á skránni er: Val av 1 nevndarlimi og val av 2 tiltakslimum (annar í 1 ár og hin í 2 ár)
28.02.2012

Aðalfundur 2012

Aðalfundur í Magistarafelag Føroya verður leygardagin 31.mars 2012. Fundurin verður hildin í kantinuni á Læraraskúlanum klokkan 15.00 – inngongd av Frælsinum Skráin verður sambært viðtøkum felagsins, ið eru at finna á hesari síðu. Nevndin
16.02.2012

Samhugaverkfall 16. februar 2012

Álagt verður limum, sum eru fevndir av sáttmála millum AKF og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, at fara í samhugaverkfall frá hósmorgni tann 16. februar klokkan 07.00 til fríggjamorgunin 17. feb klokkan 07.00 Akademikarafelagið
19.09.2011

Áminning um broytt limagjald

Fyri kortum sendu vit fráboðan til limirnar í samband við, at aðalfundurin í 2010 samtykti at broyta limagjaldið úr kr. 200,- til kr. 300,- um mánaðin.
06.11.2010

Ráðstevna um fleirmæli í Norðurlondum, 22. – 24. august 2011, Norðurlandahúsið í Føroyum.

03.08.2010

almennur fyrilestur um lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni

23.04.2010

Aðalfundurin 2010

Aðalfundur Magistarafelagsins verður hildin beint undan aðalfundinum í AKF. Báðir fundirnir verða, leygardagin 24. apríl 2010, á Hotel Hafnia, ávikavist kl. 15 á Panorama og kl. 17 á Parnassinum. Aftaná verður døgverði.
13.05.2009

Aðalfundur Magistarafelagsins

Fríggjadagin 29. mai kl. 16 verður aðalfundur Magistarafelagsins hildin á Tingshúsvegi nr. 15.
19.03.2009

Uppskot frá fíggjarmálaráðnum: Høvuðssáttmáli saman við bólkasáttmálum grundarlagið undir komandi sáttmálum

Fíggjarmálaráðið hevur skotið upp fyri øllum fakfeløgum, sum hava sáttmála við tað almenna, at sáttmálasamráðingarnar næstu ferð verða eftir heilt nýggjum leisti.
20.01.2009

Kunning um nýggja sáttmálan millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið

Nýggi sáttmálin millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið (Lønardeildina) fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2007 til 1. oktober 2010 er nú endaliga komin í gildi, og samstundis fella teir gomlu sáttmálarnir við tey einstøku limafeløgini í AKF tí úr gildi.
16.01.2009

Tíðindaskriv viðv. fríviku við ongari løn

Á fundi í dag, 16. januar í 2009, hava Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Føroya Lærarafelag viðgjørt spurningin um fríviku við ongari løn.
16.01.2009

Um at seta semjuna millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya frá 4. desember 2007 í verk

Feløgini Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya løgdu tann 25. oktober 2008 saman í Akademikarafelag Føroya (AKF). Við hesum fær semjan, ið feløgini og Fíggjarmálaráðið gjørdu tann 4. desember 2007, gildi.
13.11.2008

AKF stovnað

AKF varð stovnað 25. oktober 2008. Undan stovnandi aðalfundinum í AKF var eykaaðalfundur í Magistarafelagnum, har samtykt varð at formaður felagsins, Tróndur Leivsson, skuldi umboða Magistarafelagið í AKF, og at Noomi í Dali skuldi vera varalimur.
13.10.2008

Kunningarfundur um AKF

Kunningarfundur um AKF verður hildin í Auluni á Føroya Læraraskúla verður hildin leygardagin 25. oktober kl. 17.00. Fundurin verður hildin saman við hinum trimum feløgunum sum eru saman við Magistarafelagið um at stovna Akademikarafelag Føroya. Møtið fjølment.
13.10.2008

Veitsla 25. oktober

07.10.2008

Eykaaðalfundur 25. oktober

Innkalling til eykaaðalfund í Magistarafelag Føroya 25. oktober 2008 kl. 18 á Føroya Læraraskúla í Havn
07.10.2008

Eykaaðalfundur 25. oktober

Innkalling til eykaaðalfund í Magistarafelag Føroya 25. oktober 2008 kl. 18 á Føroya Læraraskúla í Havn