24. apríl 2024

Aðalfundur í AKF

Aðalfundur verður í AKF fríggjadagin 3. mai 2024 klokkan 17.00 í hølunum í Tvørgøtu 3.

Skráin verður hendan sambært viðtøkum felagsins:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Frágreiðing um virkseni felagsins í farna skeiði
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  4. Ásetan av limagjaldi
  5. Viðgerð av inkomnum málum, uppskotum og viðtøkubroytingum
  6. Fráboðan frá nevndunum í limafeløgunum um tilnevning av nevndarlimum og eykalimum í AKF (annaðhvørt ár)
  7. Val av formanni og næstformanni fyri eitt ár. Fyri formannin er hetta galdandi frá aðalfundinum 2024, fyri næstformannin frá aðalfundinum 2023
  8. Val av grannskoðara
  9. Ymiskt

 

Boða frá luttøku á skrivstova@akf.fo áðrenn klokkan 12.00 mikudagin 1. mai, so vit vita, hvussu nógv koma.

 

Nevndin í AKF.