Soleiðis gert tú ein Magistara

Áðrenn aðalfundin 2024 bóðu vit Faer Isles Distillery gera okkum ein signatur drykk, sum teir hildu hóskaði væl til okkara limir. Teir vendu skjótt aftur við hesari uppskriftini, sum hevði lýsingina “Magistarin: gamal og súrur, men við altjóða íblástri og útsýni!”. Sigast skal, at drinkurin var sera væl umtóktur á aðalfundinum. 

 

Soleiðis gert tú:

2cl Subsea Vodka

4cl Pink greypdjús

2cl Ingiferskot

0,5 1cl simple syrup (1:1 ljósur siroppur og vatn kókað upp)

Fyll upp við ísterningum og apollonaris

Dehydrerað kvart grapeskiva

Nakrir dropar av appilsin Angostura

 

Lættari alternativ:

2cl Subsea Vodka

4cl pink greypdjús

Fyll upp við ísterningum og Muddled Ginger Beer

Leim-skivu