Sáttmáli millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið 2017

1. kapittul: Kapitlið er um sáttmálaøkið og viðgerð av ósemjum

Kapittulin er um sáttmálaøkið og viðgerð av ósemjum

§ 1. Sáttmálaøki

Sáttmálin er fyri størv, har tað er ein fyritreyt fyri setan, at tann setti hevur útbúgving sum verkfrøðingur, arkitektur, byggifrøðingur ella magistari.
 
Stk. 2. Er sáttmálin uppsagdur, og semja ikki kemur í lag partanna millum, ella annar parturin ber seg undan tingingum, hevur hvør av pørtunum rætt til at fáa tingingarnar framdar við at semingsmaður leggur uppí. Sí ll. nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn.
 
Stk. 3. Ivaspurningar um at tulka sáttmálan verða at leggja fyri Fasta Gerðarætt. Stk. 4. Sáttmálin er ikki fyri tænastumenn, tænastumenn sum fáa bíðipening ella tænastumenn við eftirløn.
2. kapittul: Kapitlið er um setanarviðurskifti hjá starvsfólki, sum er sett í starv í 3 mánaðir ella longur. Talan er um fast ella tíðaravmarkað starv.

Kapittulin er um setanarviðurskifti hjá starvsfólki, sum er sett í starv í 3 mánaðir ella longur. Talan er um fast ella tíðaravmarkað starv.

§ 2. Setan

Leys størv, sum sett skulu verða eftir hesum sáttmála, skulu verða lýst leys alment. Tilskilað skal verða, hvat starvið fatar um, hvør útbúgving og førleiki krevst og hvør lønin er.
Stk. 2. Er talan um tíðaravmarkaða starvssetan, skal lýsingin siga neyvt frá um hesi viðurskifti.

§ 3. Setanarbræv

Í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina fær starvsfólkið setanarbræv. Í setanarbrævinum skal standa:

  • navn og bústaður hjá setanarmyndugleikanum og tí setta,
  • nær setanin tekur við, og um setanin er tíðaravmarkað, nær hon so endar,
  • galdandi sáttmáli millum omanfyri nevndu partar at ganga eftir,
  • starvsheiti,
  • byrjanarløn (grundløn og førleikaløn),
  • eftirlønargjald,
  • starvsaldur og næstu broytingar í starvsaldri,
  • uppsagnartíð frá arbeiðsgevara og setta,
  • setanarbrotpartur, arbeiðstíð
  • frítíð við løn og frítíðarískoyti,
  • setanarøki og
  • arbeiðsstaður/staðir í løtuni (fatar arbeiðið um fleiri arbeiðsstaðir, skal verða viðmerkt á hvørjum arbeiðsstaði umsøkjarin hevur høvuðsstarv).

§ 4. Løn

Størvini verða flokkað og lønt sum ásett í kapittul 4.

Stk. 2. Lønin verður eftir setanarbrotparti og starvsaldri, sum eftir § 3 verður tilskilað í setanarbrævinum.

Stk. 3. Lønin verður goldin mánaðarliga afturút og í seinasta lagi síðsta dag í mánaðinum, sum peningastovnarnir hava opið.

§ 5. Farloyvi

Starvsfólk kann fáa farloyvi við ongari løn, tá ið tað ikki gongur ímóti áhugamálunum hjá stovninum. Um so er, at starvsfólk fær farloyvi til útbúgving, ella eftirútbúgving, kann tað fáa frí við løn ella niðursettari løn. Farloyvi kann verða givið í upp í 2 ár hvørja ferð, tó í mesta lagi í 4 ár, og hevur stovnurin skyldu til at hava starv til starvsfólkið, tá ið farloyvið er av. Starvsfólk, sum hevur starvast longur enn 5 ár, skal alt tað ber til altíð hava rætt til minst 1 árs farloyvi.

Stk. 2. Felagið kann fáa farloyvi til nevndarlimir í upp til eitt ár í senn við at boða stovninum frá, og gjalda sín lutfalsliga part av lønini.

§ 6. Eftirløn

Eftirlønargjaldið er 16 % av grundlønini og førleikalønini.

Stk. 2. Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið í góðkenda eftirlønarskipan. Stk. 3. Starvsfólk, sum hevur hálvt starv ella meiri, fær eftirlønargjald.

Stk. 4. Eftirlønargjaldið verður flutt samstundis, sum lønin verður útgoldin.

§ 7. Barnferð

Starvsfólk, ið er við barn, eigur at siga stovninum frá í minsta lagi 3 mánaðir fyri metta føðing.

Stk. 2. Starvsfólk hevur rætt til barsilsfarloyvi við løn 4 vikur undan mettari føðing og í 24 vikur eftir føðing, t.e. 28 vikur tilsamans.

Stk. 3. Prógvar starvsfólkið við læknaváttan, at hon er óarbeiðsfør 4 vikur ella fyrr undan mettari føðing, verður hetta roknað sum vanlig sjúka, og starvsfólkið hevur tá rætt til løn undir sjúku. Tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, verður farið frá løn undir sjúku til barsilsfarloyvi við løn, sbr. stk. 2. Samlaða barsilsfarloyvi við løn er farmvegis 28 vikur.

Stk. 4. Umframt nevndu sømdir kann starvsfólk fáa farloyvi við løn alla viðgongutíðina, um hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum.

Stk. 5. Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín.

Stk. 6. Starvsfólk, ið ættleiða barn, hava rætt til fráveru við løn í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið, og í 24 vikur tilsamans. Foreldrini kunnu býta rættin til fráveru við løn ímillum sín. Rætturin til fráveru við løn er treytaður av, at ættleiðingarmyndugleikin frammanundan hevur gjørt av, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í samband við, at tey fáa barnið. Foreldrini kunnu ikki vera í farloyvi við løn samstundis eftir hesi grein.

Stk. 7. Umframt farloyvi nevnt í stk. 2-6, hava starvsfólk rætt til farloyvi við ongari løn og uttan at missa starvsaldur soleiðis, at samlaða farloyvistíðarskeiðið tilsamans er 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið. Tíðarskeiðini eru samanhangandi, og farloyvi eftir hesi grein skal vera avgreitt í seinasta lagi 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið.

Henda grein fær gildi frá í dag og er eisini galdandi fyri tær barnakonur, sum eru í barsilsfarloyvi við løn frá arbeiðsgevara.

§ 8. Sjúka

Fyri sjúku galda ásetingarnar í starvsmannalógini.

Stk. 2. Starvsfólk kann fáa frí við løn, tá ið barn/børn tess er/eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar um árið. Eigur tað fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann tað fáa frí upp í 20 dagar um árið.

§ 9. Eftirsitiløn

Tá ið starvsfólk doyr í tænastutíðini, eiga hjúnafelagi/samlivari ella børn undir 21 ár, sum tað uppiheldur, rætt til løn samsvarandi uppsagnartíðini, minst 3 mánaðir, tó hægst 6 mánaðir. Eftirsitilønin er seinast útgoldna mánaðarlønin. Lønin í mánaðinum, tá ið starvsfólkið doyr, verður ikki roknað upp í eftirsitilønina.

§ 10. Uppsøgn

Verður starvsfólk sagt úr starvi, galda ásetingarnar um uppsøgn í løgtingslóg um starvsmenn.

Stk. 2. Ætlar setanarmyndugleikin at siga starvsfólk úr starvi, skal ætlanin um uppsøgn verða fráboðað tí og felagnum skrivliga 14 dagar frammanundan.

Stk. 3. Er felagið av teirri metan, at uppsøgnin ikki er sakliga grundað, kann felagið innan 1 mánað eftir uppsøgnina krevja málið tikið upp við setanarmyndugleikan.

§ 11. Frítíð

Frítíð er eftir løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn við seinni broytingum.

§ 12. Fastir frídagar og serstaka frívikan

Jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan, flaggdagur, hvítusunnuaftan, 1⁄2 grundlógardagur, 1⁄2 ólavsøkuaftan, ólavsøkudagur umframt allir halgidagar eru frídagar.
Stk. 2. Starvsfólk hava harumframt rætt til serstakar frídagar eftir avtaluni um serstaka fríviku.

§ 13. Fyribilstænasta í hægri starvi

Starvsfólk, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi við góðkenning fyribils røkir hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, eigur í hesum tíðarskeiði at fáa somu løn, sum tað hevði fingið, varð tað sett í starvið, treytað av, at tað yvirtekur tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra starvinum.

§ 14. Yrkisfelagsarbeiði

Álitisfólk og nevndarlimir kunnu ikki verða uppsøgd, uttan at uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Fíggjarmálaráðið og felagið.

Stk. 2. Tann, sum verður vald/ur til formann í felagnum, hevur altíð rætt til at fáa farloyvi uttan løn, og hevur stovnurin skyldu at hava starv til viðkomandi, tá ið formansskeiðið er lokið. Sí eisini § 5 stk. 2.

Stk. 3. Umsókn frá starvsfólki, álitisfólki ella nevndarlimi um at sleppa á fakfelagsskeið verður viðgjørd við vælvild.

Stk. 4. Uppsagnarfreistin hjá álitisfólkum verður longd við 3 mánaðum.

Stk. 5. Er starvsfólk valt í nevnd felagsins, skal tí verða givin heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum og arbeiðsósemju.

§ 15. Samstarvsráð

Á øllum almennum stovnum verður sett á stovn eitt samstarvsráð, har umboð fyri leiðslu, álitisfólk og varaálitisfólk sita. Samstarvsráðið skal hava innlit í øll mál stovninum viðvíkjandi, og verða avgerðir ikki tiknar, fyrr enn samstarvsráðið hevur gjørt sítt tilmæli.

Stk. 2. Settur verður 4 manna bólkur við 2 limum valdum av yrkisfeløgunum og 2 limum valdum av landsstýrinum at gera uppskot til reglugerð fyri virkið hjá samstarvsráðnum.

§ 16. Førleikameting

Starvsfólk, sett eftir hesum sáttmála, hevur rætt at fáa sín frøðiliga førleika mettan, um hetta hevur týdning fyri starvið hjá viðkomandi.

Stk. 2. Førleikakrøvini verða tey somu, sum galdandi eru á Fróðskaparsetri Føroya. Um viðkomandi hevur veitt vísindaliga ráðgeving, eigur hendan at verða tikin við í metingina.

Stk. 3. Í hvørjum einstøkum føri verður skikkað uttanhýsis metingarnevnd sett at gera tilmæli, um viðkomandi lýkur treytirnar samsvarandi frøðiliga førleikanum á 1., 2. ella 3. stigi – eisini kallað adjunkt-, lektara- og professaraførleiki. Felagið skal hava tilnevningina av metingarnevndini til ummælis 2 vikur áðrenn, nevndin verður tilnevnd.

Stk. 4. Stovnsleiðslan setur metingarnevndina, og stovnurin ber útreiðslurnar av metingini.

3. kapittul: Kapitlið er um starvsfólk, ið er sett sum avloysari, ella í annað fyribilsstarv, í styttri tíð enn 3 mánaðir.
Kapittulin er um starvsfólk, ið er sett sum avloysari, ella í annað fyribilsstarv, í styttri tíð enn 3 mánaðir.
 

§ 17. Barnsburður, ættleiðing og sjúka

Fyribilssett starvsfólk kemur undir barsilsskipanarlógina og dagpeningalógina.

§ 18. Aðrar setanartreytir

Fyri fyribilssett galda annars hesar ásetingar í kap. 2:

  • § 3 um setanarbræv, er setanin longri enn ein mánað
  • § 4, stk. 3 um lønarútgjalding
  • § 11 um frítíð
  • § 15 um samstarvsráð.

§ 19. Uppsøgn

Setanin hjá fyribilssettum kann enda frá einum degi til annan. Setanin er av við ongari fráboðan, tann dagin avtalað varð, tá ið starvsfólkið varð sett í starv. Setanin kann verða longd, og verður tá at roknað sum ikki slitin.

4. kapittul: Kapitlið er um arbeiðstíð og løn
Kapittulin er um arbeiðstíð og løn.
 

§ 20. Arbeiðstíð

Arbeiðstíðin er 39,5 tímar um vikuna, íroknað 1⁄2 tíma matarsteðg um dagin. Matarsteðgurin verður lagdur í samráð við starvsfólkið, soleiðis at endamálið við matarsteðginum verður rokkið.

Stk. 2. Fulltíðarsett starvsfólk kann eftir umsókn fáa niðursett tímatal. Henda skipan kann vera tíðaravmarkað ella varandi.

§ 21. Løn o.a.

Lønin er grundløn og førleikaløn, sum ásett í lønartalvunum.

Stk. 2. Um so er, at ein arbeiðsgevari metir, at eitt starv hevur eina tílíka serstøðu, at tað ikki er umfatað av teimum vanligu fortreytunum fyri ásettu lønina, tekur arbeiðsgevarin málið upp við sítt aðalráð, sum sendir umsóknina víðari til Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Umsóknin um eina serflokking, viðbót ella onnur viðurskifti verða síðan viðgjørd av Fíggjarmálaráðnum og AKF.

Stk. 3. Metir stovnurin, at starvið krevur førleika á p.hd. stigi sambært førleikakrøvunum á Fróðskaparsetri Føroya, og starvsfólk er mett at hava henda førleika, fær viðkomandi ph.d. viðbót.

Stk. 4. Metir stovnurin, at starvið krevur førleika á professara stigi sambært førleikakrøvunum á Fróðskaparsetri Føroya, og starvsfólk er mett at hava henda førleika, fær viðkomandi professara viðbót.

Stk.5. Er fyritreyt fyri at sálarfrøðingur kann røkja starv sítt, at hann hevur autorisatión, fær hann viðbót sum ásett er í lønartalvuni.

Stk. 6. Lønin hjá starvsfólki við niðursettum tímatali verður lækkað samsvarandi.

§ 22. Tímaløn

Tímalønin fyri hvønn arbeiðstíma verður roknað soleiðis: ársløn/2080.

§ 23. Tímalønir á Fróðskaparsetrinum

Alt arbeiði, sum verður gjørt við støði í tímum, verður roknað út við grundarlagi í einum grundtímataksti.
Árligt arbeiðstímatal= 2080/1,26
Grundtímatakstur, G1=(ársløn á grundlønarstigi 9 og førleikaløn)/árligt arbeiðstímatal Fyri venjingar, leiðbeining o.t.verður veitt 1,67 G1 fyri hvønn undirvísingartíma íroknað fyrireiking.

Fyri fyrilestrarundirvísing o.t. verður veitt 3 G1 fyri hvønn undirvísingartíma íroknað fyrireiking.
Fyri at leggja til rættis skeið o.t. er tímalønin grundtímataksturin, G1.

Stk. 2. Frá 1. juni 2017 verður grundtímasatsurin G1 roknaður av grundlønarstigi 8 og førleikaløn.

§ 24. Yvirtíðararbeiði

Verður drúgt yvirtíðararbeiði álagt starvsfólki, verður hetta samsýnt sum yvirtíðarløn, t.e. við einum tímalønarsatsi, ið er 140% av vanligu tímalønini hjá viðkomandi. Verður avspákað, verður tað í lutfallinum 1,4 tíma fyri hvønn yvirtíðartíma.

§ 25. Starvs- og lønaraldur

Lønaraldurin er vanliga tann sami sum kandidataldurin, t.e. áramálið, ið starvsfólk eftir próvtøku hevur verið í arbeiði, ið er treytað av teirri útbúgving, tað hevur. Stk. 2. Starvsfólk er eitt ár á hvørjum stigi.

Stk. 3. Starvsfólk fær roknaðan fullan starvsaldur, hevur tað í minsta lagi hálvt starv. Er talan um minni enn hálvt starv, verður starvsaldurin roknaður lutfalsliga.

Stk. 4. Tá ið viðurskiftini tala fyri tí, kunnu sáttmálapartarnir gera avtalu um starvsaldur eftir øðrum reglum.

Stk. 5. Nemur starvsfólk sær hægri útbúgving enn tað hevði frammanundan, verður tað lønt eftir viðkomandi lønarstiga uttan miss í lønaraldri.

Stk. 6. Verður starvsfólk sett í starv, áðrenn tað hevur lokið útbúgvingina, ið treytað varð í starvslýsingini, verður tað við setan sett á lønarstig samsvarandi útbúgvingini, tað hevur lokið. Lýkur starvsfólkið seinni útbúgvingina, ið treytað varð í starvslýsingini, fær tað nýggja innplasering við lønaraldri, ið svarar til, at starvsfólkið verður lønt eftir nærmasta hægra lønarstigi í nýggja lønarflokkinum.

Lønaraldur verður annars soleiðis, at starvsfólk, sum við fyrru innplaseringina hevði komið á eitt lønarstig, sum er javnt við ella hægri enn tað, tað kemur á í nýggju innplaseringini, fær frá hesum mundi nýggja aldursviðbót.
Stk. 7. Deildarleiðarar við deildarleiðaraviðbót 2 ella 3 verða løntir á endastigi. (Galdandi frá 1. juni 2017).

§ 26. Frí við ongari løn

Tá ið starvsfólk fær tænastufrí við ongari løn, verður gjørdur lønarfrádráttur.
a) Tá ið starvsfólkið er burtur heilar mánaðir, verða drignar heilar mánaðarlønir.
b) Tá ið starvsfólk er burtur vikur, dagar ella tímar, verður drigið fyri teir tímar, tey undir vanligum umstøðum høvdu verið til arbeiðis hetta tíðarskeiðið. Ein tími verður roknaður sum árslønin býtt við 2054. Við í árslønina verða roknað øll gjøld, sum verða goldin sum føst mánaðargjøld.

§ 27. Sjálvboðið eyka arbeiði

Eitt nú tá ið arbeiðspláss eru undirmannað í samband við sjúku ella feriu, og eitt nú tá ið serligar uppgávur, sum ikki hava skund, liggja og bíða, kunnu gerast avtalur um sjálvboðið eyka arbeiði. Avtalað verður ein føst tímaløn, og vikið verður frá øllum avtalum um gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð o.a. Avtalaða tímalønin kann tó ongantíð vera hægri enn yvirtíðarlønin. Starvsfólkið og arbeiðsgevarin gera avtaluna, sum skal leggjast fyri álitisfólkið at góðkenna.

§ 28. Tænastuferðir

Dag- og tímapeningur á tænstuferð og útiviðbót er tað sama sum ásett í avtalu millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið.

§ 29. Førleikamenning

Sáttmálapartarnir hava gjørt avtalu um strategiska førleikamenning.

§ 30. Flytisamsýning

Noyðist starvsfólk av arbeiðsorsøkum at flyta í annan stað at búgva, verða flutningsútreiðslur av húski og húsbúnaði samsýnt tí eftir rokning.

5. kapittul

§ 31. Seravtalur

Í sáttmálaskeiðnum skal vera møguligt at gera seravtalur millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið.

§ 32. Gildiskoma og uppsøgn

Sáttmálin fær gildi frá 1. oktober 2017. Sáttmálin kann verða sagdur upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til at fara úr gildi tann 1.oktober 2019.

Protokollat um meting av útbúgvingum:

Partarnir eru samdir um, at tørvur er á einari skipan til meting og innskipan av útbúgvingum í mun til sáttmálan. Eftir tørvi kunnu partarnir heita á Mentamálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya at vera við í hesum arbeiði, saman við sáttmálapørtunum. Miðja verður eftir at hava eina loysn innan 1. januar í 2019.

 

Tórshavn 23. mars 2018

 

Akademikarafelag Føroya

Suni Joensen, formaður

 

Fíggjarmálaráðið

Kristina Háfoss landsstýriskvinna / Jan Mortensen

Tak sáttmála niður