27. februar 2023

Alment tiltak um stytta arbeiðsviku

Hvørjir eru fyrimunirnir við einari styttari arbeiðsviku? Og eru nakrar avleiðingar? Og hvat halda politiska skipanin, vinna og fakfeløg um henda spurning? Mikukvøldið 22. mars kl. 19.00 skipar Magistarafelagið fyri almennum tiltaki í Reinsarínum um stytta arbeiðsviku.

 

Skráin verður hendan

  • Páll Nolsøe, formaður í Akademikarafelagnum bjóðar vælkomin
  • Jan Otto Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur greiða frá kanning um fyrimunir og avleiðingar við 37 tíma arbeiðsviku
  • Rannvá Justinussen, HR leiðari í Betri Trygging, greiðir frá teirra royndum á økinum
  • Pallborðsfundur við Árna Skaale, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin, Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, Páll Nolsøe, formanni í Akademikarafelagnum, Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, Jan Otto Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingi og Regin Berg, stjórnmálafrøðingi

 

Orðstýrari er Óluva Zachariasen.

 

Nær og hvar?

Í Reinsarínum 22. mars kl. 19.00

 

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!