Skrá sambært viðtøkum felagsins:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá nevndini
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Áseting av limagjaldi
5. Val av nevndarlimi og tiltakslimi
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Mál til fundin skulu vera nevndini í hendi eina viku áðrenn aðalfundin.
Eftir aðalfundin verður veitslan í SILO, har hini feløgini í AKF eisini vera við. Eins og undanfarin ár verður borðreitt við góðum mati og drekka, onkur tónleika innsløg vera, og eftir borðhaldið fer ein vældámdur dj at diska við góðum tónleiki :)
Hesa ferð hava vit ásett eitt egingjald upp á 200 kr. til veitsluna. Freistin at melda til er 20. februar.
Melda teg til aðalfundin og/ella ársveitsluna her!
Hava tit spurningar, kunnu tit senda ein teldupost til skrivstova@magistarin.fo
Nevndin