30. januar 2024

Aðalfundurin 2024

Aðalfundurin verður leygardagin 24. februar kl. 16 í Hilton Garden Inn. Eftir fundin verður bjóðað til borðhald og undirhald við m.a. tónleika framførslum og eins og seinasta ár vera onnur feløg í AKF við til veitsluna.

Skrá sambært viðtøkum felagsins:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá nevndini
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Áseting av limagjaldi
5. Val av nevndarlimi og tiltakslimi
6. Innkomin mál
7. Ymiskt

Á skránni fyri aðalfundin er eisini kunning um tilboð frá LÍV um at bjóða limum møguleika at tekna Viðgerðartrygging. 

Mál til fundin skulu vera nevndini í hendi eina viku áðrenn aðalfundin.

Eftir aðalfundin fer ein jarðfrøðingur at greiða frá fyribrygdinum í Sandstunlinum, har tað kemur feskvatn úr tunlinum. Umframt hetta koma umboð frá Faer Isles Distillery, sum brúka hetta vatn, at greiða frá, hvussu felagið hevur ment seg, síðani teir vóru seinast á aðlfundi hjá Magistarafelagnum. Eisin fara teir at gera okkum ein ‘signatur’ kokkteyl – ein Magistara Kokkteyl 

Tey, ið ynskja at luttaka á fundinum verða biðin um at boða frá seinast 19. februar á magistarin@magistarin.fo. Tey, ið ynskja at luttaka til borðhaldið, verða somuleiðis biðin um at boða frá seinast 19. februar. 
 
Nevndin