Góðu limir
Fyrst og fremst; setið kross í kalendaran, tí árligi aðalfundurin og víðagitna veitslan verða 28. februar 2026. Nærri kunning um tilmelding kemur seinni.
Harnæst skal kunnast um, at limir í Magistarafelagnum nú aftur hava møguleika at tekna Tanntrygd hjá Trygd. Tanntrygd er ein trygging, sum tryggjar tínar tenn, og tú kanst fáa upp til 80% av útreiðslum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldnar.
Seinasta freist at melda seg til er 9. januar. Limir, sum longu hava teknað tryggingina, skulu ikki melda til av nýggjum, men bara gjalda 1.200 krónur inn á kontu 9181 578.596.2 innan 9. januar. G.G. Prísurin er hækkaður síðan 2025.
Nærri kunning um, hvat tryggingin dekkar sæst á
Tanntrygd
Tilmeldast kann við at senda navn, p-tal, teldupost og telefonnummar til skrivstova@magistarin.fo. Makar og/ella børn 18-24 ár kunnu eisini tekna tryggingina fyri sama kostnað. Hesi skulu navngevast í teldupostinum til skrivaran, so vit kunnu kunna Trygd um, at tey hoyra einum av okkara limum til.
So er bara eftir at ynskja øllum eini góð og hugnalig jól og eitt eydnuberandi nýggjár 🎄🎄🌟