01. november 2025

Kveikjandi limatiltak

Fríggjakvøldið 24. okt. skipaði Magistarafelagið fyri limatiltaki á Landsbókasavninum. Smá fjøruti fólk vóru savnað, lagið var gott, og fjølbroytta innihaldið kveikti kenslur og vit umframt at virkja hoyrn, sjón, lukt og smakk.

Á skránni í erva í sjálvum bókasavninum, var fyrilestur við Maluni Marnersdóttur, yrkingaupplestur við Nansý Sunadóttir og fagrir streingjatónar við Jón Festirstein og Kristinu á Váli. Síðan gekk leiðin niðurundir, har Gutti Winther leiddi okkum gjøgnum eina upplýsandi og vælsmakkandi toskaferð.

Alt í alt eitt sera væleydnað tiltak, og vit takka Sólvør og Tanyu, at tær saman við hinum starvsfólkunum á Landsbókasavninum vildu hýsa okkum hesa ferð

Myndir frá tiltakinum