25. september 2025
Ver vælkomin til okkara limatiltak tann 24. oktober, har vit fara at hoyra um føroyskar bókmentir, góðan tónleik og fáa okkurt gott til matna.
Fríggjadagin 24. oktober kl. 17:15 verður limatiltak á Landsbókasavninum. J.C. Svabos gøtu 16, Tórshavn. Á skránni verður fyrilestur við Maluni Marnersdóttir: "Barbara eftir Jørgen-Frantz Jacobsen í bókmentasøguni", violinspæl av Jón Festirstein og yrkingaupplestur við Nansý Sunadóttir.
Tiltakið endar við Gutta Winther, ið fer at borðreiða við leskiligum toska av Føroyabanka. Eisini bjóða vit okkurt drekkandi við onkrum søtum omaná.
Tiltakið er einans fyri limir og ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Melda teg til innan 20. oktober við at skriva til magistarin@magistarin.fo .
Vinaliga
Nevndin