21. oktober 2023

Limatiltak á Listasavninum 3. november

Fríggjadagin 3. november skipar Magistarafelagið fyri limatiltaki á Listasavni Føroya.

Tiltakið byrjar kl. 17 við eini rundsýning, og síðani verður okkurt gott til matna og at drekka.

Limir kunnu hava gestir við.

Tiltakið er ókeypis fyri limir. Kostnaður fyri gestir er 150 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.

Avmarkað pláss er, og tey, sum hava hug at luttaka, mugu tekna seg á magistarin@magistarin.fo