09. mai 2021

Magistarafelagið heiðrar Malan, Arna, Eyvind og Hera

Orðini eftir, vársólarskák um túnið, tilvitsins veingir (Carl Johan Jensen)

Á ársaðalfundinum 8. mai 2021 vóru Malan Marnersdóttir, Arne Thorsteinsson og Eyvind Weyhe tilnevnd
heiðurslimir í Magistarafelag Føroya.
Malan, Arne og Eivind vóru við til at stovna og mynda Magistarafelagið fyrstu árini. Tey vóru við at leggja
grundina sum felagið í dag stendur á, og vóru tey tilnevnd heiðurslimur fyri teirra arbeiðið til frama fyri
áhugamálum felagsins.


- Malan Marnersdóttir (Lic.phil., dr.phil., professari í bókmentum) var við at stovna Magistarafelagið
og fyrsta forkvinna í felagnum.
- Arne Thorsteinsson (mag.art., fyrrv. landsantikvarur) var við at stovna felagið og kassameistari í
fyrstu nevnd felagsins.
- Eivind Weyhe (mag.art., lektari emeritus) tók stig til at kalla magistarar saman til fundar fyri at skipa
magistarar í Føroyum í egið fakfelag. Hann var við at stovna Magistarafelagið og virkin í felagnum
fyrstu árini.

Heri Kragesteen
Á ársaðalfundinum heiðraði Magistarafelagið eisini Hera Kragesteen, sála, fyri hansara virkni til frama fyri
felagið.
Heri Kragesteen var gjøgnum mong ár ein av eldsálunum í Magistarafelagnum og ein ímynd av felagnum.
Heri varð føddur í Havn í 1950. Hann tók prógv sum sálarfrøðingur á Københavns Universitet í 1977, og var
millum fyrstu føroyingar, ið tók prógv og starvaðist sum sálarfrøðingur. Undir hansara lesnaði og
yrkisleiðina búði eitt forvitni eftir at skilja menniskjan kompleksu psyku og ein umsorgan fyri sínum
medmenniskjum.
Fyrstu tíðina eftir lokna lesnaðin starvaðist Heri á psykiatiska sjúkrahúsinum Montebello í Gentofte. Í 1979
flutti hann við familjuni heim til Føroyar. Fyrstu árini undirvísti hann í Hoydølum, og í 1981 fekk hann starv
ár Læraraskúlanum, har hann starvaðist í 20 ár. Eitt tíðarskeið arbeiddi hann somuleiðis í sernámsfrøðiligu
ráðgevingini. Frá 2001 til 2008 var hann leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatriska depilinum. Síðstu árini virkaði
Heri sum sjálvstøðugur vinnurekandi sálarfrøðingur. Nevnast kann eisini, at Heri skrivaði sálarfrøðiligu
ástøðisbókina “Sálarfrøði - Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði”, ið Nám gav út í 2019.
Heri var hugsjónarmaður. Politikkur, fakfelagshugsjónin og strevanin fyri einum rúmsáttum samfelag við
góðum korum – ikki minst teimum lágløntu og teimum marginaliseraðu í samfelagnum. – lá honum nær at
hjarta.

Fyri hann var tað sjálvsagt og neyðugt, at løntakarar eru skipaðir í fakfelag - eisini magistarar í Føroyum.
Eins og felagsskapurin er ein fyritreyt fyri góð kor og trivnaði, so var Heri av tí áskoðan, at felagsskapurin
byggir á íkasti hjá tí einstaka til felagsskapin.
Sum sagt verður frá í bókini Føroyskir Magistarar tók Heri saman við Eivindi Weyhe í 1983 stig til at kalla
fólk saman til fundar fyri at skipa magistarar í Føroyum í egið fakfelag.
Tá ið Magistarafelag Føroya hevði sín stovnandi aðalfund í 1984 var Heri valdur í fyrst nevnd felagsins. Fram
til fyrst í 1990árini, og aftur í fleiri umførum var Heri nevndarlimur, samanlagt góð 14 ár. Hann var formaður
árini 1990-1992, 1996-1998 og aftur 1999-2000. 1990árini vóru sum kunnugt kreppuár í Føroyum, sum vóru
stríðskend hjá fakfeløgunum við stórum verkføllum og hørðum samráðingum.
Í søgu hjá Magistarafelagnum fram til dagin í dag hevur ongin verið so drúgvur og fúsur í nevndini sum Heri.
Fakfelagsvirki er ikki einans álvara, men eisini gaman. Heri var vertskapsmaður, og tók javnan stig til og
luttóku í sosialu tiltøkum hjá Magistarafelagnum. Heimið hjá Hera og konuni Katrin á Hoydalsvegnum var
somuleiðis mangan karmur um fakfelagsfundir og annað virksemi.
Eisini aftaná hann var givin í nevndini í 2002 var Heri javnan fastur og fúsur til aðalfundir og annað
fakfelagvirksemi.
Heri andaðist í 2018 68 ára gamal.
Hvørt ættarlið byggir á herðarnar hjá tí undanfarna. Heri Kragesteen var við hansara virkið og ídni við til at
byggja Magistarafelag Føroya til felagið tað er í dag.


Við hesum orðum vil Magistarafelag Føroya takka og heiðra Hera Kragesteen.