02. desember 2024

Magistarafelagið hevur sett skrivara/samskipara

Í desember tekur Erla Bech Nolsø við starvinum sum skrivari/samskipari hjá Magistarafelagi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv.

Erla Bech Nolsø er 38 ára gomul og hevur eina BA Hons í enskari málføði og tónleiki, eina M.Litt í málfrøði og eina MA í didaktikki (pedagogikum). Hon er bankaútlærd í Eik Banka, har umsiting, kundarøkt og tryggingarvirksemi var ein stórur partur av útbúgvingini. Eisini hevur Erla drúgvar royndir innan nevndararbeiði.

Seinastu árini hevur Erla undirvíst í enskum og tónleiki á Glasi.