23. mars 2026

Nevndin skipað seg

Til aðalfundin 28. februar var val til nevndina á skrá. Páll Nolsøe, Mass Hoydal og Sólvør Henriksen stóðu fyri vali. Øll trý tóku við afturvali, og vórðu tey afturvald av aðalfundinum. Eingi onnur valevni vóru.

Frá vinstru: Bárður, Tanya, Sólvør, Páll og Mass

Til aðalfundin 28. februar var val til nevndina á skrá. Páll Nolsøe, Mass Hoydal og Sólvør Henriksen stóðu fyri vali. Øll trý tóku við afturvali, og vórðu tey afturvald av aðalfundinum. Eingi onnur valevni vóru.

Eisini skuldi tiltakslimur veljast. Elisabeth Skarðhamar Olsen bjóðaði seg fram og varð vald sum tiltakslimur.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Páll Nolsøe, formaður

Mass Hoydal, næstformaður

Sólvør Henriksen, kassameistari

Tanya Møller, nevndarlimur

Bárður Højgaard, nevndarlimur

Elisabeth Skarðhamar Olsen, tiltakslimur

Eftir aðalfundin var veitsla í SILO. Aftur í ár varð skipað fyri veitslu saman við hinum feløgunum í AKF.

Sum siðvenja er, hildu forfólkini røðu undir veitsluni. Eisini var undirhald og tónleikur, og GHM blástu øll um koll við fakfelagsligari tónmentan. Sjónbrot verður lagt á Facebook bólkin “Magistarafelag Føroya – bólkur” , sum fær um endan á røðuni hjá formanninum, og tá GHM byrja at spæla seinna stykkið.