27. februar 2023
Limir í Magistarafelagnum kunnu nú tekna seg til Tanntrygd hjá Trygd. Tanntrygd er ein trygging, sum tryggjar tínar tenn, og tú kanst fáa upp til 80% av útreiðslum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldnar.
Kostnaðurin er 950 kr./lim árliga, og ynskja limir at tryggja maka ella børn (í aldrinum 18-24 ár) er kostnaðurin 1200 kr./samtryggjaða árliga.
Her sært tú, hvat tryggingin dekkar.
Soleiðis ert tú fevnd/ur
Hevur tú teknað teg til innan tann 10. í mánaðinum, ert tú fevnd/ur av tryggingini frá 1. í sama mánaði. Hevur tú hinvegin teknað teg eftir tann 10. í mánaðinum, ert tú fevnd/ur frá 1. degi í næsta mánaði. Hetta er tó ikki galdandi fyri gjald av rokningum fyri viðgerðir framdar áðrenn, tú hevur teknað tryggingina, ella um ein avtala um viðgerð er staðfest/løgd til rættis áðrenn tilmelding.
Tú ert ikki fevnd/ur av tryggingini fyrr enn tryggingargjaldið er goldið.
Soleiðis rindar tú:
Árliga gjaldið fyri limir skal flytast á kontu hjá Magistarafelagnum - kontunummar 9181-5785962.
Ynskja tit at tryggja maka ella børn (í aldrinum 18-24), skal gjaldið avgreiðast við Trygd. Trygd setir seg í samband við tykkum um hetta, tá tit hava teknað samtryggjaða í tilmeldingarskjalinum.
Tekna teg her:
⇨ Tilmeldingarskjal fyri Limir í Magistarafelagnum
⇨ Tilmeldingarskjal fyri samtryggjað