27. februar 2023

Tilboð til limir um Tanntrygd

Limir í Magistarafelagnum kunnu nú tekna seg til Tanntrygd hjá Trygd. Tanntrygd er ein trygging, sum tryggjar tínar tenn, og tú kanst tú fáa upp til 80% av tínum útreiðslum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldnar.

 

Kostnaðurin er 950 kr./lim árliga, og ynskja limir at tryggja maka ella børn (í aldrinum 18-24 ár) er kostnaðurin 1200 kr./samtryggjaða árliga.

Her sært tú, hvat tryggingin dekkar.

 

Tá tú hevur tørv á tryggingini

Hevur tú verið til tannlækna og fingið viðgerð, ið er fevnd av Tanntrygd, skalt tú gjalda rokningina hjá tannlæknanum. Síðani sendir tú rokningina inn til Trygd her.

 

Soleiðis ert tú fevnd/ur

Hevur tú teknað teg til innan tann 10. í mánaðinum, ert tú fevnd/ur av tryggingini frá 1. í sama mánaði. Hevur tú hinvegin teknað teg eftir tann 10. í mánaðinum, ert tú fevnd/ur frá 1. degi í næsta mánaði. Hetta er tó ikki galdandi fyri gjald av rokningum fyri viðgerðir framdar áðrenn, tú hevur teknað tryggingina, ella um ein avtala um viðgerð er staðfest/løgd til rættis áðrenn tilmelding.

Tú ert ikki fevnd/ur av tryggingini fyrr enn tryggingargjaldið er goldið.

 

Soleiðis rindar tú:

Árliga gjaldið fyri limir skal flytast á kontu hjá Magistarafelagnum - kontunummar 9181-5785962.

Ynskja tit at tryggja maka ella børn (í aldrinum 18-24), skal gjaldið avgreiðast við Trygd. Trygd setir seg í samband við tykkum um hetta, tá tit hava teknað samtryggjaða í tilmeldingarskjalinum.

 

Tekna teg her:

 

  Tilmeldingarskjal fyri Limir í Magistarafelagnum

  Tilmeldingarskjal fyri samtryggjað