14. juli 2022

Tíðindi sáttmálasamráðingar

Ynskir til sáttmálasamráðingar Verandi sáttmáli millum Akademikarafelag Føroyar og Fíggjarmálaráðið gongur út 1. oktober, og tí verður væntandi farið undir samráðingar við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála til heystar. Nevndin í Akademikarafelagnum heitir tí á limafeløgini um at koma við ynskum til sáttmálakrøv. Í hesum sambandið vil nevndin í Magistarafelagnum tí fegin frætta frá limum, ið hava ynski, uppskot ella viðmerkingar til ein nýggjan sáttmálan. Akademikarafelagið hevur somuleiðis boðað frá, at felagið í heyst ætlar at taka upp samskifti við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at fáa meira skipaði viðurskifti fyri limir, ið starvast á privata arbeiðamarknaðinum. Royndirnar vísa, at limir á privata arbeiðsmarknaðinum, og eisini privatir arbeiðsgevarar, í alsamt størri mun venda sær til Akademikarafelag. Hetta ber boð um, at tørvur er á at fáa meira skipaði viðurskifti fyri privatsett. Tí vil Akademikarafelagið fegið frætta frá limum sum starvast á tí privata arbeiðsmarknaðinum um hvørji starvsviðurskifti er tørvur á at fáa skipað betri. Um talan verður um ein sáttmálaavtalu ella ein standard setanarsáttmála veldst um hvat kemur burturúr samskiftinum við Arbeiðsgevarafelagið. Limir verða bidnir at koma um ynskjum, uppskotum og viðmerkingum í seinasta lagi 24. august. Vinarliga Nevndin