16. januar 2009

Um at seta semjuna millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya frá 4. desember 2007 í verk

Feløgini Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya løgdu tann 25. oktober 2008 saman í Akademikarafelag Føroya (AKF). Við hesum fær semjan, ið feløgini og Fíggjarmálaráðið gjørdu tann 4. desember 2007, gildi.

At flyta starvsfólkini inn í nýggju lønartalvurnar
Fólkini verða lønt eftir 3 lønartalvum. Í semjuni stendur, at

  • “1. oktober 2007 verða Cand. Polyt’ar, Cand. arch.’ar, Cand. mag.’ar og aðrir kandidatar við 5 ára hægri útbúgving løntir eftir somu lønartalvu (Master-stigið). Teir sivilverkfrøðingar ella arkitektar, sum tann 1. oktober 2007 standa á 1. stigi, verða fluttir á 2. stig.
  • 1. oktober 2007 verða Cand. phil.’ar, diplomverkfrøðingar og byggifrøðingar løntir eftir somu lønartalvu (Cand. phil.-stigið).
  • 1. oktober 2007 verða teir Bachelorar, ið higartil hava verið løntir eftir sáttmálanum hjá Magistarafelagnum, løntir eftir egnari lønartalvu (Bachelor-stigið).”

Harumframt eiga eisini diplomverkfrøðingar (ella akademi/teknikumverkfrøðingar), ið tann 1. oktober 2007 vóru løntir á 1. stigi at blíva fluttir á stig 2 í nýggju lønartalvuni fyri diplomverkfrøðingar.

Fólkini verða flutt beinleiðis inn í nýggju lønartalvuna. Tað vil til dømis siga, at ein Cand. mag., ið var á stigi 6 í lønartalvuni hjá Magistarafelagnum verður fluttur inn á stig 6 í lønartalvuni hjá AKF fyri Cand. mag.-stigið. Ein Cand. phil. verður fluttur beinleiðis yvir í nýggju talvuna fyri Cand. phil.-stigið. Bachelorar, ið higartil hava verið løntir sambært sáttmálanum við Magistarafelagið (og teir Bachelorar, ið ikki eru byggifrøðingar ella diplomverkfrøðingar) verða løntir eftir talvuni fyri Bachelor-stigið.

Deildarleiðarar
Tann 1. oktober 2007 fáa deildarleiðarar løn eftir nýggjari skipan. Eftir hetta verða trý sløg av deildarleiðarum:

Deildarleiðari 1
Deildarleiðari 2
Deildarleiðari 3
Í semjuni frá desember 2007 er ein listi yvir, hvørjir deildarleiðarar skulu verða ávikavist 1, 2 og 3. Nakrir deildarleiðarar blivu ikki flokkaðir í semjuni. Lønardeildin og Akademikarafelag Føroya hava nú ásett, hvussu hesir skulu flokkast.

Nakrir deildarleiðarar, ið vóru løntir eftir gomlu sáttmálunum við Fíggjarmálaráðið, hava fingið nakað minni í lønarhækkan eftir nýggja sáttmálanum samanborið við, hvat teir høvdu fingið eftir gamla sáttmálanum. Teimum, ið soleiðis hava verið fyri “munandi vanbýti”, verður latin ein viðbót (smbrt. § 22, stk. 2), ið minkar um hetta. Viðbótin verður galdandi til 1. oktober 2010.

Viðbøtur eftir gomlu sáttmálunum
Gomlu lønartalvurnar høvdu ymiskar minstuviðbøtur, sum vóru lagdar afturat grundlønini. Hesar viðbøtur eru íroknaðar nýggju lønartalvurar í AKF sáttmálanum. Viðbøtur omanfyri tær her nevndu eru skiftar út við nýggjar viðbøtur (sbrt. § 22, stk. 2) sum tryggja eina lønarhækking samsvarandi semjuni frá 4. des. 2007. Partarnir hava gjørt yvirlit, ið sýnir, hvussu hesar viðbøtur verða funnar. Viðbøturnar verða galdandi til 1. oktober 2010.

Ósamsvar millum semju og lønartalvur
Í semjuni stendur um lønartalvurnar:

“Frá 1. oktober 2007 eru lønartalvurnar skipaðar við einum felags grundlønarskala í 12 stigum, og haraftrat við eini serskildari førleikaløn á ávikavist 20% fyri Master-stigið, 16% fyri Cand. phil.-stigið og 8% fyri Bachelor-stigið. Eftir ynski frá feløgunum, verða lønartalvurnar gjørdar við grundlønarskala og førleikaløn hvør sær. Eftirlønin á 16% verður roknað av bæði grundløn og førleikaløn.”

Hetta er ikki í tráð við tær lønartalvurnar partarnir samdust tann 4. desember 2007. Í teimum lønartalvunum er førleikalønin løgd inn í grundlønina. Av misgáum bleiv semjan ikki dagførd soleiðis, at beinleiðis samsvar er millum orðingina í semjuni og lønartalvurnar. Hesi viðurskifti hava tó onki árin á samlaðu lønarupphædd hins einstaka. Tað sama er galdandi fyri ásetingar í sáttmálateksinum:

§ 3 um setanarbrøv
§ 6 um eftirløn
§ 22 um løn
§ 25 um tímalærarar á Føroya Læraraskúla
§ 26 um tímalønir á Fróðskaparsetrinum
Argir tann 16. januar 2009:

Fíggjarmálaráðið                Akademikarafelag Føroya (AKF)
(sign.)                                                 (sign.)