Limatilboð

Sum limur í Magistarafelag Føroya hevur tú atgongd til ymisk limatilboð, sum limir limafeløgunum í Akademikarafelag Føroya (AKF) kunnu nýta. 

Limakortið verður nýtt sum váttan fyri limaskap. Limir kunnu fáa limakort við at venda sær til felagið. 

Nýggj limakort verða gjørd eina til tvær ferðir árliga. Nýggir limir kunnu fáa eina váttan um limaskap frá felagnum, ið kann nýtast til limakortið er klárt. 

 

Limatilboðini eru hesi:

G-festivalur

Fram til 15. apríl 2024 kunnu limir í limafeløgum hjá AKF keypa vikuskiftispass til G fyri 1.050 kr. stk.

Sølan fer fram soleiðis, at tit senda ein teldupost á skrivstova@akf.fo, har tit upplýsa navn, og hvørjum felagi tit eru limir í. Tann 15. apríl senda vit G ein lista yvir tey, sum hava bílagt atgongumerki, og tit fáa eitt leinki, har tit kunnu keypa atgongumerki fyri serprís. Síðani er ein freist á eina viku at avgreiða keypið endaliga.

 

Trygd
www.trygd.fo

Avsláttur fyri hesar tryggingar:

·       Sethúsatrygd, samb. tryggingartreytum nr. 5-04               30%
·       Familjutrygd, samb. tryggingartreytum nr. 7-05                 30%
·       Vanlukkutrygd, samb. tryggingartreytum nr. 16-5              30%
·       Barnavanlukkutrygd, samb. tryggingartreytum nr. 16-5     30%
·       Biltrygd, samb. tryggingartreytum MO-01-02                      10%

Avslátturin verður latin av galdandi grundprísum hjá Trygd. 

Avslátturin er galdandi fyri limir í limafeløgum hjá AKF, ið hava verið limir í felagnum í meira enn 4 samanhangandi mánaðir áðrenn tann 31.desember á hvørjum ári.

Avslátturin er somuleiðis galdandi fyri:
·       makar, ið ávíkavist eru giftir við ella liva í føstum parlagi við einum limi í felagnum 
·       heimabúgvandi børn 
 

Hilton
www.hilton.fo

10% í avsláttri av gisting íroknað morgunmat.

Bíleggingin fer fram á heimasíðuni www.hilton.com
Vel stað, dato, tal av fólki, og so undir “Special Rates” setir tú eina kotu inn í “Corporate Account”, sum tú fært frá AKF við at ringja á tel. 253440.

Limaprísur íroknar altíð morgunmat og kann avlýsast ókeypis til kl. 11:59 dagin fyri komu.


Hotel Bakkin
www.hotelbakkin.fo

10% í avsláttri, tá limakort verður víst, tó ikki av tilboðsvørum og gávulutum.


Valdemar Lutzen
www.vl.fo

15% av øllum vørum, tá limakort verður víst, tó undantikið lyklakopieringar og lás.
 

Reyni Service
www.reyniservice.fo

20% av dekkum og motorolju, tá limakort verður víst
 

Bilrøkt
www.bilrokt.fo

Quick verkstaðið letur 10% av øllum arbeiði, oljum dekkum v.m,  tá limakort verður víst.
 

Bygma Balslev
www.balslev.fo

10% tá limakort verður víst við diskin og talan er um kontantsølu.
 

El-handilin á Tvøroyri
https://www.facebook.com/people/El-Handilin-%C3%A1-Tv%C3%B8royri/100063754742073/

10% av øllum lampum og búnýtislutum( gávulutum), tá limakort verður víst.

Tó ikki av frammanundan niðursettum vørum.
 

Rib 62
www.rib62.com

10% í avsláttri av skemaløgdu túrunum hjá Rib62 til limin + 3 fólk. 

AKF hevur ein brúkara, til bíleggingina skal tú brúka eina kotu, sum tú fær frá okkum við at ringja 253440
 

Yndi
www.yndi.fo

Limur í limafelagið hjá AKF kr. 280 um mánaðan fyri fastgjalds-limahald (bankaflyting hvønn mánað). Haldið er bindandi í tríggjar mánaðir.

Holdtímar eru íroknaðir limahaldinum (tó ikki sertímar og leigutímar). 

Stovningargjald 0 krónur. Tað er ókeypis at seta kortið á "pausu". T.v.s. at um tit fara í feriu, siga frá, áðrenn tit fara, so setir Yndi limahaldið á pausu.

Tilboðið er eisini galdandi fyri makar hjá limi.


Vælvera Fitness
www.vaelvera.fo

Limur í limafelagið hjá AKF kr. 269 um mánaðan fyri limaskap íroknað:
- Øll hold
- Venjingarskrá og vegleiðing í at brúka venjingarmaskinurnar
- Tað ber til at venja í øllum venjingarmiðstøðum fyri sama prís, uttan at rinda eyka


Burn
www.burn.fo

Limur í limafelagið hjá AKF kr. 1.799 fyri 6 mðr Burn + limahald. Gjaldið er í einum, men samsvarar
við kr. 299 pr. mðr. Tá er sauna, gosbað og atgongd til liðtímar eisini íroknað.
Vanligur prísur er kr. 2.359 / tit spara 23% ella kr. 560.

Set teg í samband við AKF á skrivstova@akf.fo ella ring 253440, um hetta hevur tín áhuga


Medcare
www.medcare.fo

10% í avsláttri í sambandi við heilsukanning (heilsuprofil) og BIO-PRF viðgerð (húð ella hár) við at vísa limakort.
 

Handilsvirkið Niclasen
www.niclasen.fo

10% av øllum vørum, tá limakort verður víst
 

Hjá Kissa
www.facebook.com/HjaKissa1

15% av øllum, tá limakort verður víst.

Tó ikki av frammanundan niðursettum vørum.
 

Fótbúni
www.facebook.com/fotbuni/

10% av øllum vørum, tá limakort verður víst

Tó ikki av frammanundan niðursettum vørum.
 

Kósabúðin
www.facebook.com/kosabudin/

10% av øllum vørum, tá limakort verður víst

Tó ikki av frammanundan niðursettum vørum.
 

Sorella
www.sorella.fo

10% av øllum, tá limakort verður víst

Tó ikki av frammanundan niðursettum vørum.
 

Hennara
www.hennara.fo

10% av øllum, tá limakort verður víst. Tó ikki av frammanundan niðursettum vørum.