26. juni 2025

Tilmelding til Tanntrygd

Seinna hálvárliga tilmeldingin til Tanntrygd er opin inntil 10. juli

Limir í Magistarafelagnum kunnu nú aftur melda seg til Tanntrygd hjá Trygd. Tanntrygd er ein trygging, sum tryggjar tínar tenn, og tú kanst fáa upp til 80% av útreiðslum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldnar. Nýggir limir, sum melda seg (og gjalda 475 kr fyri seinnu árshálvu) áðrenn 10. juli, eru fevndir av tryggingini frá 1. juli. Hareftir fellur árliga gjaldið á 950 kr. í januar. Limir, sum melda seg eftir 10. juli, eru fevndir av tryggingini frá 1. januar 2026. Verandi limir skulu ikki melda til av nýggjum. 
Henda kunning verður eisini løgd á Facebook bólkin. Vinaliga, kannið um tit eru í bólkinum: https://www.facebook.com/share/g/16sKXCC8Nd/